2022-04-28 18:50
Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal haldast og mennast.
VEKS vil støðugt menna tænasturnar til borgararnar. Sum ein liður í hesum bjóðar VEKS í næstum Dagdvølju í Vestmanna og í Streymnesi. Dagdvølja er eitt dagtilboð til borgarar, ið búgva heima, men hava tørv á samveru og hjálp í dagtímunum. Eitt av nýggju gjøldunum er fyri hesa tænastu.
Nýggju egingjøldini eru galdandi frá 1. juli 2022. Teir borgarar, ið fáa broytt egingjald, verða kunnaðir.
Vestmanna -, Kvívíkar -, Sunda - og Eiðis kommunur mynda VEKS samstarvið, og stýrið fyri VEKS er mannað av borgarstjórunum og bygdar- og býráðslimum í hesum kommunum. Tað er eitt samt stýri, ið hevur samtykt tillagingarnar.
- Vit vilja tryggja okkara borgarum góð og virðilig eillisár og okkara starvsfólki góðar arbeiðsumstøður, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í VEKS.
Umframt dagføringar av summum egingjøldum, verða nøkur nýggj gjøld ásett, eitt nú fyri reingerð, inkontinent vørur, umframt eitt gjald fyri útbúnað og innskriving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald