Politikkur

Vegarbeiði í bygdini í Sørvági

Dagføringar og ábøtur á vegakervið í kommununi eru alneyðugar, og serliga í miðbygdini kann verða trongligt tá tunga ferðslan møtist. Á strekkinum frá Blindtarminum og oman í miðbygdina eru ábøtur gjørdar, og eitt stórt parkeringspláss við vøkrum laðaðum garði framvið.

2023-07-19 07:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gamli grótgarðurin frá Blindtarminum og omaneftir var illa farin, og nú verður hann tikin burtur, og vegurin samstundis breiðkaður. Talan er um eina breiðkan á millum 1,2 og 1,5 metrar, og hetta skuldi bøtt um ferðslugongdina og ikki minst trygdina.

Tað verður Dia í Leynum sum kemur at laða tann nýggja garðin uppaftur, og tað arbeiðið byrjar í næstum. Tá garðurin er liðugur, verður strekkið asfaltera.

Meðan arbeiðið er í gongd, verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi, tá koyrt verður eftir strekkinum.

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder