Veðrið

Veðrið í oktobur 2026

Oktobur 2026 er farin um bak, og hvussu mundi hann royndist hann til veður?.

2026-11-05 08:30 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Byrja vit við niðurstøðuni, var oktobur lýggjari enn í miðal tey seinastu 30 árini og miðal vátur, tó at tað regnaði ofta sera illa viðhvørt.

Sama veðurmynstur var næstan alla tíðina, og veðrið var umleypandi. Evropa lág undir einum hátrýsti – serliga eystari parturin – og lágtrýstini gingu annaðhvørt beint á okkum ella fóru eysturvið eitt sindur norðan- ella sunnanfyri.

[object Object]

Eina viku inn í oktobur lá eitt hátrýst beint vestan fyri Føroyar. Tað hevði gott veður við sær. Á middegi 7. oktobur var eitt lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, og smáskýggjað við sól ella sólglottum. Hitin lág um tey 7 stigini. Tølini eru frá veðurstøðini hjá Landsverki á Gravarbøi í Klaksvík. Mynd: John Henry Petersen.

Lágtrýstini tóku seg í høvuðsheitum upp í tveimum støðum – eitt sindur útfyri eysturstrondini í USA, ella vestan fyri Kappan – millum Grønland og Labrador. Haðani gingu tey eystureftir ímóti Føroyum ella í landnyrðing ígjøgnum Grønlandsfjørðin.

Nøkur lágtrýst tóku seg upp yvir miðjum Norðuratlantshavi og gingu ímóti Vesturevropa.

Jettsreymarnir í erva, sum stýra lágtrýstunum onkran vegin eystureftir, hava verið harðir allan oktobur mánað, og teir hava gjørt sítt til, at lágtrýstini hava verið djúp. Í septembur vóru tvey lágtrýst, sum dýptust meiri enn 24 hPa í 24 tímar – atmosferiskar bumbur – og í oktobur var aftur ein. 

Samanumtikið fyri veðrið í oktobur í ár gingu lágtrýst eftir lágtrýst beint á okkum við vindi og regni, og ímillum tey legði ein hátrýstryggur seg við góðum veðri. Illsligt veður viðhvørt, og mikudagin 14. oktobur var stormur í miðalvindi. Nógvir skaðar vóru bæði av vindi og vatni.

[object Object]

Mikudagin 14. oktobur var nógvur vindur og nógv regn. Í støðum var áarføri, sum her við Gjógv, har Daláin fór upp um áarbakkarnar. Seinnapartin var stormur lágt og av útsynningi við sera regntungum skýlofti. Hvirlurnar á Gjáarskarði vóru upp í 25 m/s; á Norðadalsskarði var harðasta hvirla 58,4 m/s. Mynd: Annika og Rasmus Kristiansen. 


Vindferð

Nakað av vindi var viðhvørt í oktobur. Fyrstu vikuna var stomur í miðalvindi við hvirlum upp um 36 m/s. Hetta vóru harðastu hvirlur, máldar í oktobur í Havn. Um miðjan mánað var skrið og upp ímóti stormi og aftur tvær ferðir fram ímóti mánaðarenda. Kelda: Veðurstova Føroya.

[object Object]

Ættin

Hann lá nógv mest av útsynningi vestri, men eisini eitt sindur av ættunum báðumegin við. Høgættin var ein rárur gestur saman við landnyrðingi. Kelda: Veðurstova Føroya.

[object Object]

Hitin

Miðalhitin var 9,1 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 14,4  og 2,8 stig, ávikavist. Miðalhitin í oktobur tey seinastu 30 árini er 8 stig, so oktobur í ár var meiri enn eitt stig lýggjari enn miðal.

Frá 1905 og fram til 1966 vaks miðalhitin fyri oktobur 1,4 stig – úr 6,7 stigum upp í 8,1 stig. Eftir tað minkaði miðalhitin fram til 1998, tá ið hann var komin niður í 7,4 stig. Síðan tá er hann hækkaður aftur og er nú 8 stig, sum nevnt er omanfyri.

Hitametið fyri oktobur síðan 1905 er frá 1908: 9,8 stig. Í 1959 var næstan líka lýtt: 9,7 stig.  

Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at kaldastu oktobur mánaðirnir síðan 1875 vóru í 1917 og 1926. Bæði árini var miðalhitin 4,3 stig. Síðan 1982 er miðalhitin ongantíð verið minni enn 6 stig.

[object Object]

Hitalagið (tann reyða strikan) lækkaði frá septembur og fyrstu vikuna av oktobur. Eftir tað skifti hitin ímillum 5 og 10 stig, tó um miðjan mánað næstan 15 stig, og onkran dagin niður í 3 stig. Tað var hvítt í erva onkran morgunin, men tó var einki kavaavfall. Eingin dagur var við frosti. Tann bláa strikan, sum vísir mettinghitan, er næstan alla tíðina 1-2 undir tí reyðu, og tí vóru fáir dagar við sólglottum. Kelda: Veðurstova Føroya.


Avfall

Tað regnaði í 26 dagar í oktobur, tilsamans 131 mm. Hetta er sindur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 139 mm. Oktobur er tann vátasti mánaðurin, og tølini fyri avfall sveggja nokkso nógv.  

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta oktoburmánað, var hann fyri bert trimum árum síðan, í 2023. Tá komu bert 20 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1957: 325 mm! – og tað er næstan 2½ ferð meira enn í ár.

[object Object]

26 dagar við regni, og bert 5 við ongum avfalli. Bert eina ferð 2 fylgjandi dagar uttan avfall, líkasum í mánaðinum frammanundan. 25. og 26. oktobur lá eitt djúpt lágtrýst yvir Norðurskotlandi við nógvum regni í einum samanrunnum brúgvalagi rundan um seg. Avfallið sæst væl í strikunum omanfyri. Kelda: Veðurstova Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder