Politikkur

Varðveitið brúkaragjøld á samferðslukervinum

Fíggjarnevndin viðger í hesum døgum samferðslupakkan, sum varð lagdur fyri Løgtingið um ársskiftið.

2022-05-03 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið skrivar:

Tað er torført hjá almenninginum at fáa innlit í, hvat úrslitið av viðgerðini verður. Tað er tó umráðandi, at tær avgerðirnar, sum verða tiknar nú beint áðrenn Løgtingið fer til hús, ikki fáa negativar avleiðingar fyri standin á samferðslukervinum, herundir eisini undirsjóvartunlum.


Tað er sjón fyri søgn, at standurin á samferðslunetinum, herundir eisini veganetinum, sum heild er merktur av manglandi viðlíkahaldi gjøgnum fleiri ár. Fleiri frágreiðingar hava staðfest, at tørvur er á munandi viðlikahaldi av samferðslunetinum. Um samferðslunetið ikki verður viðlíkahildið javnt og samt, verður samlaði kostnaðurin av viðlíkahaldinum nógv størri, tá ringi standurin á netinum einaferð ger tað átroðkandi neyðugt at fara undir at viðlíkahalda.


Hóast bileigarar gjalda vegskatt, hevur tað víst seg, at politiski áhugin at játta pening til neyðugt viðlíkahald av samferðslunetinum hevur verið sera lítil. Um játtanin á fíggjarlógini skal nýtast til viðlíkahaldið av undirsjóvartunlunum eisini, er sannlíkt, at teir verða merktir av sama vantandi viðlíkahaldi, sum vit hava sæð seinnu árini.


Heldur enn at gera semjur í fíggjarnevndini í tólvta tíma áðrenn Løgtingið fer til hús, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at politiska skipanin eigur at gera neyðuga fyrireikandi arbeiðið til eina skipan, sum tryggjar eitt nøktandi viðlíkahald, og har eitt brúkaragjald til neyðugt viðlíkahald er partur av loysnini.


Tað er frammanundan trongt á fíggjarlógini, og um játtanir á fíggjarlógini skulu nýtast til at fíggja viðlíkahald á undirsjóvartunlum, og kanska eisini ein lægri ferðaseðlaprís til Strandferðsluna, er lítið sannlíkt, at støðið á viðlíkahaldinum av samferðslunetinum fer at batna komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder