Ítróttur

VAR til Føroya í 2026

Arbeitt verður fram ímóti, at frá kappingarbyrjan 2026 fer VAR at verða nýtt í Betrideildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið

Um alt gongur eftir ætlan, verður VAR partur av Betrideildini hjá monnum í 2026 - Mynd: www.FSF.fo

Um alt gongur eftir ætlan, verður VAR partur av Betrideildini hjá monnum í 2026 - Mynd: www.FSF.fo

2025-01-10 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Vit kenna tað frá Champions League, Europa League og Conference League, og eisini tá føroyska manslandsliðið spælir EM- og HM-undankappingardystir, og í UEFA Nations League. Og nú er avgjørt, at VAR (Video Assistant Referee) eisini verður partur av Betrideildini hjá monnum.

– Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð, og eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk tá kappingarárið 2026 fer í gongd.

Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Sum skiltst, so fer VAR at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Og tá kappingin endar, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.

– Fyri trimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst, og føroysku dómararnir, ið dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.

Les eisini: VAR nærkast Føroyum

Royndin við VAR, ið var gjørd á Tórsvølli í apríl mánað í 2023 eydnaðist so mikið væl, at beinanvegin bleiv avgjørt at arbeiða víðari við ætlanini at seta VAR í verk í Føroyum – Mynd: www.FSF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder