Mortan var við til samráðingarnar á Hotel Føroyum í 2019. Tí er tað ósatt, at Mortan var útihýstur frá samráðingunum. Næstformaðurin upplýsti á landsfundinum, at undir samráðingunum noktaði Mortan at leggja flotan. So útihýstur var Mortan als ikki.
Tað eru sjey nevndarlimir. Meirilutin avgerð og ikki formaðurin.
Tó er rætt, at Mortan ofta var einsamallur við sínari meining. Øll nevndin í fiskimannafelagnum, uttan Mortan, gjørdi eitt uppskot til fiskivinnunýskipan uttan uppboðssølu. Men Mortan gjørdi sítt egna uppskot við uppboðssølu. Somuleiðis ynskir Mortan, at kvotaskipan skal vera fyri heimaflotan. Tað er hann eisini einsamallur at ynskja. Trupulleikin hjá Mortan er tí, at hansara meining als ikki samsvarar við meiningina hjá restini.
At hann tosar nógv og hart, ger tað ikki lættari at fáa síni sjónarmið ígjøgnum. Somuleiðis var Mortan burturstaddur í langa tíð, og vit fingu als ikki fatur á honum.
Tí er tað ikki rætt, tá Mortan sigur, at hann verður hildin uttanfyri. Tað er Mortan sjálvur, sum hevur sett seg uttanfyri.
Mortan gloymir við vilja, at tað, av løgtinginum, ásetta tilfeingisgjaldið fór av óbýttum. Tað eru eldri niðurstøður frá gerðarrætti og advokati hjá fiskimannafelagnum um hetta. Tað visti táverandi fiskimálaráðharri. Mortan hevði atgongd til fiskimálaráðið og kundi roynt at ávirka. Men ístaðin gjørdi hann sítt egna uppskot um uppboðssølu, væl vitandi, at manningin luttók í uppboðssølugjaldinum. Mortan veit, hvat er galdandi, og at tað, hann skrivar ikki er rætt.
Nevndin í Fiskimannafelagnum, íroknað Mortan, noyddust tí til samráðingar fyri at lækka gjaldið, sum Landsstýri og Løgting við lóg áløgdu manningini at gjalda. Úrslitið av hesum samráðingum varð, at Mortan og hinir, sum veiða uppisjóvarfisk, skuldu gjalda munandi minni part av uppboðssølugjaldninum.
Jan Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald