Politikkur

Vansar og veikleikar við "norsku" lógini

Ónøgdin er sera stór við uppskotið hjá Umhvørvismálaráðnum til nýggja náttúruverndarlóg. 

2023-04-19 20:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ónøgdin er sera stór við uppskotið hjá Umhvørvismálaráðnum til nýggja náttúruverndarlóg. 

Mongu kritisku hoyringsskjølini, í samband við viðgerðina í Rættarnevndini, boða ikki júst frá góðum fyrireikandi lógararbeiði Mál (logting.fo) 

Eisini landbúnaðurin harmast stórliga um uppskotið, og bæði Óðalsfelagið og Bóndafelagið hava í fleiri umførum ávarað staðiliga móti avleiðingunum, um hendan "norska" lógin verður samtykt á Løgtingi.

Ein kanning, sum Føroya Óðalsfelag hevur lagt fyri Løgtingsins rættarnevnd staðfestir mongu vansarnar og veikleikarnar við uppskotinum, men gevur eisini nøkur uppbyggjandi boð uppá, hvat kann gerast fyri at betra uppskotið.

Kanningin og tilmælini kunnu lesast her:

Kritisk kanning og konstruktiv tilmæli | Føroya Óðalsfelag (odalsfelag.fo)


Blíðar heilsanir

Føroya Óðalsfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder