Politikkur

Valskráin hjá Borgaralistanum

Okkara kommuna er ein góð og vælútbygd kommuna við góðum vælferðartænastum. Vit á Borgararlistanum vilja vera ein kommuna, har dentur verður lagdur á at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.

2024-10-23 19:19 Author image
-
placeholder

[object Object]

Okkara kommuna gerst ríkari, tá verandi borgarar trívast og nýggir borgarar velja at flyta higar, og tá vit sjálvi kenna okkara mál, kunnu vit av álvara bjóða øðrum við komandi árini. Við hesum orðum leggja vit á Borgaralistanum okkara valskrá fram. 

Fíggjarviðurskifti

Vit ynskja ein skilagóðan rakstur, har tað er samsvar millum útreiðslur og inntøkur, uttan at tað gongur út yvir vælferðina.

Skattur

Skattaprosentið skal lækka og barnafrádrátturin skal hækka.

  • Okkara mál er, at skattaprosentið verður 20,5 % innan 2029.
  • Okkara mál er, at barnafrádrátturin verður kr. 7.000 innan 2029, ella frítíðarkortið Frigg verður hækkað samsvarandi.

Niðurgjalda skuld

  • Okkara mál er, at vanligar løgur verða fíggjaðar uttan lántøku, so at peningur er tøkur at niðurgjalda skuld til framtíðar íløgur.

Ungdómur

Ungdómurin stendur í dag við nógvum spennandi møguleikum, tí vilja vit tryggja okkum, at tey hava bestu umstøður.

Vit vilja

  • At verkstovur vera í Miðvági.
  • At Ungdómsráðið verður fastur hoyringarpartur í málum, ið viðkoma ungdóminum.
  • Stuðla undir rúsfrí tiltøk.
  • At ungdómspolitikkurin verður gjøgnumførdur.

Børn

Okkara børn skulu vera virkin í sunnum felagsskapum, og tey skulu hava bestu umstøður.


 Vit vilja 

  • Halda fast í góðu normeringunum á dagstovnum.
  • Hava góðar karmar á øllum stovnum.
  • Hava sunnan og góðan mat til børn á stovnum.  

Skúli og undirvísing

Vit vilja

  • At farið verður í gongd við at fyrireika 3. byggistig, sum m.a. fevnir um nýtt bókasavn, auditorium, marghøll og stovur til verkligar lærugreinar.
  • At útiøkið verður gjørt liðugt. 
  • At “jól til jól” skipanin, sum tryggjar eina góða yvirgongd frá barnagarði til skúla, verður eftirmett.
  • At hava sunnan og góðan mat til øll børn á skúlanum.
  • At kvøldskúlin verður mentur og skal bjóða fleiri tilboð.

Eldraøkið

“Virkin sum longst í egnum heimi” er eitt slagorð, sum vit framvegis vilja virka fyri.

Vit vilja 

  • Orða ein eldrapolitikk. 
  • Virka fyri at eldri eru virkin kropsliga, sálarliga og sosialt.
  • Styrkja endurmenningina á eldraøkinum, fyri at vera virkin sum longst í egnum heimi.
  • At Eldraráð verður fastur hoyringarpartur í málum, ið viðkoma teimum eldru.
  • Gera eina tørvsmeting og eina ætlan fyri staðseting av eldra- og demensíbúðum.

Útlendskir tilflytarar

Vit hava eina økta tilflyting av útlendingum. Vit ynskja at taka væl ímóti teimum, so tey fara at kenna seg væl og trívast í okkara kommunu. 

Vit vilja

  • Seta á stovn eitt Útlendingaráð, har útlendingarnir verða tiknir við upp á ráð í málum, ið viðkoma teimum. 

Mentan og ítróttur

Kommunan er ríkað við nógvum søguligum bygningum og nógvari søgu. Vit vilja varðveita hesar bygningar, og gera teir meira atkomuligar. Vit vilja stuðla undir, at listafólk og sjálvboðin fáa árræði at útinna og virka innan sítt yrki.

Ítróttur og sjálvboðið arbeiði

Eldsálir hava sera stóran týdning fyri okkara kommunu. 

Vit vilja

  • Framhaldandi stuðla sjálvbodnum arbeiði.
  • At ítróttarfeløgini í kommununi fáa góðar karmar at virka undir.
  • At ítróttarfeløgini fáa karmar til felagsarbeiðið í høllini.


Vinna

Vit vilja geva vinnuni bestu karmar at arbeiða undir, og geva vinnuni møguleikar at bjóða upp á arbeiðir í kommununi.

Vit vilja

  • At vinnuøkir eru tøk.
  • At bryggjan verður dagførd.
  • At báthylarnir verða dagførdir. 
  • At arbeitt verður víðari at fyrireika eina marinu á Prestlandi. 

Ferðavinna

Lógin um burðardygga ferðavinnu er samtykt í løgtinginum. Tí skal kommunan saman við eigarum og ferðavinnuaktørum gera eina heildarætlan fyri okkara øki.

Vit vilja

  • Stuðla Visit Vágar í at  menna okkara øki og ferðavinnufyritøkurnar í økinum.
  • At fyrireika bryggjukant á Prestlandi til smærri ferðamannaskip. 
  • At summarhúsøkir eru tøk. 

Orka og umhvørvi

Ætlan skal gerast fyri orku og umhvørvi soleiðis, at øll menning verður burðardygg.

Vit vilja

  • At allir nýggir bygningar verða grønir, og verandi bygningar verða dagførdir stigvíst.
  • At øll nýggj ljós skulu vera LED, og verandi ljós verða dagførd stigvíst. 
  • At færri gøtuljós lýsa á miðjari nátt.
  • At viðtøkurnar fyri  Umhvørvisplássið verða dagførdar.

Bygging og býarplanlegging

Býarplanlegging skal endurskoðast. Tað er týdningarmikið at taka atlit til ferðslu soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari ferðslu í bygdum øki.

Vit vilja

  • Altíð hava tøk grundstykkir.
  • Hava fullfíggjaðar verkætlanir í  sambandi við útstykkingar.
  • At møguligt er hjá tí almenna og privata at byggja búeindir.
  • At kommunala og almenna ferðslutrygdarætlanin verður endurskoðað og gjøgnumførd stigvíst.
  • At gøtur og súkklubreytir verða tryggar farleiðir.
  • At atlit verður tikið til náttúru og mentan, tá ið útstykkingar verða gjørdar.
  • At byggisamtyktin verður dagførd.
  • Gera fleiri gongugøtur og halda verandi gøtur. 
  • Leggja høvuðsferðsluna út um bygdirnar.

Framhaldandi vera við at gera trivnaðarøkir runt um í kommununi saman við borgarum. 

Teknisk mál

Tað er týdningarmikið, at allar ognir hjá kommununi vera væl viðlíkahildnar, dagførdar og nútímansgjørdar. 

Vit vilja

  • At borgarin merkir, at vit taka manglar og bráðfeingis uppgávur í álvara, tá ið borgarin boðar frá og annars tryggja okkum, at kommunan verður væl røkt.
  • At kloakkskipanin verður gjørd liðug áðrenn 2029. 
  • At bygningar verða dagførdir. Eisini skal ein greið ætlan gerast fyri, hvat kommunalir bygningar skulu brúkast til.
  • At verkætlanir, sum eru farnar í gongd, verða gjørdar lidnar.
  • Kanna kostnað og gera eina langtíðarætlan fyri at vetrarfriða bygdirnar.

Ætlanir fyri 2025

  • Kirkjugarðurin í Sandavági verður víðkaður vestureftir.
  • Við kirkjugarðin í Miðvági verða vesi, ljós og parkeringspláss gjørd.
  • Útbyggja  Virkishúsið at rúma ítróttinum. 
  • Tvørgarðsvegurin og gera gøtu millum Tvørgarð
  • Umvæla vestursíðuna á Bygdarhúsinum í Miðvági.
  • Á skúlanum verður útiøkið gjørt liðugt.
  • Halda fram at byggja út vinnuøkið í  Grótbrotinum.
  • Kloakkin á havnarlagnum verður gjørd liðug.
  • Gera trivnaðarøki við vøllin í Miðvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder