Politikkur

Vakurt, fríðkað øki í Heiðunum

Innast á Tvøroyri, beint við markið til Trongisvág, er einn ein vakur blettur í kommununi við at verða liðugur. Í longri tíð hevur verið fríðkað í Heiðunum, ið økið nevnist. Nátúrliga stabbagrótið er fingið fram í dagsins ljós og steinsett og lagað er framvið.

2024-05-17 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað seinasta, ið er gjørt, er rimagirðingin, ið er sett upp á vegnum omanfyri. Hetta sera snotiliga arbeiðið hevur smiðjan hjá lokalu fyritøkuni, Bærendsen Teknik, staðið fyri.

Arne Johansen, ið hevur staðið fyri at tekna rimagirðingina, ella gelendarin, ið vit vanliga siga her, sigur, at hann valdi hetta sniðið, tí at tað tekur ikki fokus frá tí náttúruvakra í økinum. Sniðið er heldur gjøgnumskygt og “órógvar” ikki.

Arne sigur, at tað hevur tikið uml. 6-7 vikur frá tí at byrjað varð upp á arbeiðið, til í dag, nú tað bert var eftir at smyrja sveisingarnar, tá vit vitjaðu. Alt er úr rustfríum stáli og sett saman í sektiónum á 6 metrar.

Barnaheimið hjá mæta skaldinum og politikaranum, Rasmus Effersøe, er í grannalagnum og miðskeiðis í stabbagrótinum, er stendur eisini steinurin, við minnisplátuni yvir Rasmus, ið varð reist til hansara heiður.

Eitt sera væl frágingið arbeiðið allan vegin ígjøgnum og er tað at fegnast um, at býurin tekur seg alsamt varkrari út, til gleði fyri borgarar og vitjandi.

Tvøroyrar kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder