Eisini var ætlan løgd fram um at byggja felagshølir inni í høllini, tilboð eru fingin inn, og eftir ætlan skulu hølini vera klár um áleið tvey ár. Hesi hølir vera gjørd við serliga stórum atliti til at øll, eisini rørslutarnaði skulu hava møguleika at brúka bæði nýggju hølini og eisini reiðhøllina, t.d. til ríðing fyri rørslutarnaði. Hetta var væl móttikið á aðalfundinum og samtykt var at arbeiði skuldi setast í verk. Til hetta arbeiði hevur nevndin arbeitt miðvíst at skaffa stuðul úr grunnum og aðrastaðis og hevur hetta eyðnast sera væl.
Vága Ríðingarfelag er eitt sera virkið felag, seinastu árini hevur felagið bygt reiðhøll og felagsfjós til limirnar, næsta stigið verður nú at fáa høllini lidna við at byggja hesi felagshølini, sum kunna brúkast til bæði skeið, hugna og mangt annað sum eisini onnur vágafólk kunnu fáa nýttu av.
Ríðisamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald