Vit stremba eftir at hava ein sunnan vøkstur komandi árini. Kommunan er til reiðar, við tøkum grundstykkjum til sethúsabygging og bygging av fjøltáttaðum bústøðum. Vit hava bestu normering í landinum á stovnsøkinum, nýggjan skúla, fleiri enn 15 frítíðar- og ítróttarfelagsskapir, nógvar sjálvbodnar kreftir og fjølbroytt vinnulív. Men vit vilja enn meira, og við støði í hesum hava vit, við raðfestingunum í fíggjarætlanini fyri 2024, lagt okkum eftir at framtíðartryggja kommununa, so vit verða eitt stig nærri málinum at røkka visjónini, at Vága kommuna verður ein tann mest áhugaverda kommunan at búgva í.
Býráðið setti sær fyri at lækka skattaprosentið stigvíst. Í 2024 lækkar skattaprosentið við 0,25% og verður 21.50%. Barnafrádrátturin verður verandi kr. 6.500,-. Hetta var samtykt á býráðsfundi fríggjakvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2024 fekk seinastu viðgerðina og varð endaliga samtykt.
Børn, ung og frítíð
Hesa býráðssetuna hevur stórur dentur verið lagdur á at betra um familju-, barna- og ungdómsøkið, og árið 2024 verður einki undantak.
Arbeiðið við dygdarmenning á námsfrøðiliga økinum heldur fram í 2024. Endamálið við dygdarmenningini er at økja um dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum. Gongd verður eisini sett á útbyggingina av Sóljugarði. Ætlanin er at útbyggja tí eystaru lonina norðureftir við umleið 150 m2.
Útbyggingin av 2.byggistigi av skúlanum á Giljanesi, ið hevur fylt ógvuliga nógv higartil í hesi býráðssetuni, er um at koma á mál. Enn vantar at gera eitt uttanum økið, umframt parkeringspláss, men hetta er raðfest í fíggjarætlanini fyri 2024.
Býráðið samtykti fyrr í ár, at seta á stovn eitt frítíðarkort til børn og ung, sum tey kunnu nýta til limagjøld í ymiskum ítróttar- og frítíðarfelagsskapum, musikkskúlanum og kvøldskúlanum. Børn og ung fáa frá 1. januar 2024, eitt frítíðarkort virði á kr. 1.500. Hetta førir vónandi við sær, at eingin børn ella ung nýtast at setast aftur vegna fíggjarstøðuna hjá familjuni, til eisini at umfata limagjøld. Ein reglugerð fyri hvussu frítíðarkortið kemur at virka og ein heimasíða har skráseting til ymisk ítriv v.m. fer fram, er ávegis.
Fótbóltsvøllurin í Miðvági er nøkur ár eftirhondini og er niðurslitin. Vaksandi virksemið á vøllinum ger, at tørvurin á at vøllurin verður skiftur er átrokandi. Ætlanin er at vøllurin verður skiftur á sumri 2024.
Virkishúsið við ánna verður útbygt við einum ítróttarhúsi. Gomlu umklæðisrúmini verða umvæld og útbygd, umframt við hølum til annað virksemi ætlað ítrótti.
Játtanin til mentanarøkið verður økt, so at vit frameftir kunnu stuðla mentanini enn meir, samstundis sum játtanin til ítrótt og frítíðarvirksemi verður økt, og skipanin hvussu stuðulin verður veittur, verður endurskoða og dagførd.
Heilsu- og eldraøkið
Seinastu árini hevur ellisheimið á Sýnini verið fyri stórum umvælingum. Seinasti parturin, eru baðirúmini hjá íbúgvunum á ellisheiminum. Hetta hevur ligið á láni leingi, men nú er arbeiðið at umvæla tey byrjað. Peningur er settur av á eldrasamstarvskontoina til endamálið.
Størri útbygging av heilsudeplinum í Miðvági liggur somuleiðis í kortunum. Ein útbygging sum fer at framtíðartryggja tørvin hjá øllum okkara borgarum. Peningur er settur av á fíggjarætlanini fyri 2024 til endamálið.
Grøna orkuskiftið og vinnumenning
Størri og smærri átøk hava seinastu árini verið gjørd á umhvørvisøkinum, har umbyggingar og íløgur eru gjørdar á umhvørvisplássinum, umframt í burðadygga framleiðslu av mati og plantum, hetta arbeiðið heldur fram. Í 2024 verður størri dentur lagdur á grøna orkuskiftið.
Fyrr í ár varð ein kanning gjørd um tørvin á einum íverksetaraumhvørvið við skrivstovuplássum, fundarhølum við meira. Kanningin vísti at tað var stórur áhugi hjá íverksetum at fáa eitt arbeiðspláss, eitt umhvørvi fyri lesandi at brúka til uppgávuskriving, og heimaarbeiðspláss hjá borgarum sum arbeiða heima av og á. Tí verður farið ígongd við at umvæla Haraldstovuhandilin til ein kveikingarmiðdepil fyri íverksetarar, lesandi, borgarar og vinnurekandi, har eisini pláss verður fyri gongudamunum, sum í dag halda til í húsinum.
Arbeiðið við at útvega fleiri vinnuøki í kommununi fór ígongd í ár, har arbeiðið at skipa grótbrotið í Sandavági til eitt vinnuøki er gjørt, og vinnufyritøkur hava fingið bjóða eitt øki at virka í. Í 2024 eru pengar settir av, so vit koma á mál við hesum.
Vegagerð og kirkjugarðar
Verkætlanin at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg er ein gomul verkætlan. Her verður í løtuni løgd síðsta hond á projektering, og verður arbeiðið bjóða út fyrst í komandi árið. Eftir ætlan byrja arbeiðið at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg móti sumri í 2024.
Kirkjugarðurin í Miðvági er í heyst víðkaður við 28 plássum, og nú er tíðin komin til kirkjugarðin í Sandavági. Peningur er settur av til útbygging av kirkjugarðinum í 2024.
Umframt nevndu íløgur og raðfestingar, verða fleiri aðrar smærri og størri ábøtur gjørdar á rakstrarsíðuni í 2024.
Við hesum vóna vit, at allir borgarar merkja viljan hjá býráðnum at arbeiða fram ímót, at Vága kommuna er ein framfýsin og fevnandi kommuna.
Vegna Býráðið
Bjarni Prior
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald