Politikkur

Vága Kommuna: Tær møttu fjølmentar upp á býráðsfundi

Felagið Aldan í Miðvági ætlar at byggja Úti á Kletti.

2023-12-20 10:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Á seinasta fundi hjá býráðnum í 2023, var eitt mál á skrá har felagið Aldan hevur søkt um at fáa eitt øki at byggja eitt dyppihús á. Økið talan er um, er úti á Kletti í Miðvági, beint við dráttin við bátahylin. Ætlanin hjá Alduni er, at byggja eitt felagshús, har tær sum dyppa kunnu fara inn at skifta, og annars hugna sær saman aftaná ein svimjitúr.

Býráðið metti at hugskotið er gott, og at staðsetingin við dráttin hóskar væl til eitt tílílkt felagshús. Økið talan er um liggur í øki G í byggisamtyktini, sum er neystaøki. Aldan ætlar at byggja eitt felagshús á umleið 45m². Tó mætli býráðið til, at mest loyvda hædd á húsinum kann verða 3 metrar til yvirgrind og í mesta lagið 4,5 metrar til møn, og at húsið skal vera flytbart, umframt at atlit skuld takast til atkomu út á pirin.

Á býráðsfundinum í kvøld møttu uml. 12 dyppikvinnur á býráðsfundi fyri at hoyra, og møguliga ávirka, avgerðina hjá býráðnum. Men býráðið var einmælt samt og samtyktu at taka undir við umsóknini, og valdi at geva Alduni eina jólagávu. Týdningurin av einum felagsskapi og samanhaldið er ikki at forsmáa, og vísti uppmøtingin akkurát tað Aldan stendur fyri. Aldan er ein ungur felagsskapur, har tað lætta sinni og vælvera veruliga hevur fingið fótafesti. Sum kommuna gleðast vit um hetta, tí Aldan veruliga er ímyndin av ABC fyri sálarliga heilsu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder