2024-11-27 14:30
Vit vilja fegin bjóða tykkum til ein kunningarfund og framløgu um spennandi verkætlanina við smáttunum niðri á Tjørn.
Fyrst í november varð ein leiguavtala undirskrivað við eitt felag um at byggja smáttur á vinnuøkinum Niðri á Tjørn, ætlaðar til ferðavinnuendamál.
Kunningarfundurin verður inni á Skúlanum á Giljanesi, hóskvøldið 28. November kl. 18.00
Skráin:
- Bjarni Prior, borgarstjóri, greiðir frá tilgongdini – frá tí, at økið varð broytt frá H-øki til A2 vinnuøki við serstakari byggisamtykt, til dagsins dato.
- Mayfinn Norðoy, arkitektur, leggur fram um smátturnar, sniðgevingina, og hvussu tær fella í lendi.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald