Politikkur

Vága kommuna hevur givið byggiloyvi til 15 smáttur

Týsdagin gav Vága kommuna sp/f 4.11.2024 byggiloyvi til at gera 15 smáttur nirði á Tjørn í Miðvági.

Arbeiði fór í gongd í gjár

Arbeiði fór í gongd í gjár

2025-09-04 20:45 Author image
-
placeholder

Tað var tann 7. novembur í fjør, at ein avtala varð undirskrivað millum Vága kommunu og Sp/F 4.11.2024 um eitt 8.853 m² stórt leiguøki niðri á Tjørn.

8. novembur í fjør stóð hetta á heimasíðuni hjá Vága kommunu. "Vaksandi ferðavinnan eftirspyr góðar gistingamøguleikar og gisting sum brýtur frá tí vanliga. Náttúruvakra økið niðri við Tjørn, við útsýni oman á Leitisvatn og út á Trælanípu, verður partvíst ein perla við vøkrum stílfullum smáttum sum fella inn í landslagið. Smátturnar verða bygdar við føroyskum byggilistarligum dygdum sum byggja á traditiónsríka føroyska byggilist, sum skulu fáa smátturnar at falla natúrliga inn í landslagið og skapa eina kenslu av friði og ró fyri gestirnar.

Hendan verkætlanin passar væl til ta strategi kommunan hevur tá tað ræður um ferðavinnu. Ein verkætlen sum hendan er sosialt-, búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygg. Lokalt fer verkætlanin at geva eitt íkast til trivnaðin og fer at geva nógv avleitt virksemi, sum gevur eitt gott fíggjarligt íkast til kommununa."

Avgerð hjá býráðnum týsdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder