Uppleggið hjá Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu kann lesast her:
Fyrst og fremst, takk til fyriskipararnar av tiltakinum, og takk fyri at eg eri boðin við.
Tí tað er stórur tørvur á at seta sjóneykuna á hetta evni. Aldrandi borgarin í dag er eitt tilfeingi, og eru flestu eldru borgararnir í dag so væl fyri, at teir arbeiða langt upp um pensjónsaldurin og hetta er at gleðast um!
Vit vita eisini, at tað gerast fleiri og fleiri eldri sum árini ganga, og verða tey eisini mest sannlíkt betri fyri, hóast høgan aldur, og ynskja sum longst at búgva í egnum heimi. Støðan á eldraøkinum í dag, 7 ár eftir at kommunurnar yvirtóku eldraøki, er sera viðkomandi og er tað ein fragd at síggja at Landsfelag Pensjónista saman við eldraráðunum í Føroyum eru fyriskiparar í dag.
Tá tað er sagt, so er tað ikki nøkur loyna at hetta eisini ein sera stór avbjóðing. Vága kommuna brúkar í dag umleið 25 % av okkara skatta inntøku til eldraøki, ið umfatar samstarvið Vesturvón, í samstarvið við Sørvágs kommunu, og hetta samstarv riggar væl. Umframt allar tær vanligu tænasturnar innan eldraøki, so eru eisini undir- og yvirhús, pensjónistafelag og eldraráð við meira.
Men eg fari at ditta mær at koma inn á nøkur evni og økir.
Starvsfólkatrot
Eg eri sannførdur um, at støðan á eldraøkinum líkist kring landið. Øll gera sítt ítasta fyri at veita eina góða tænastu, og ynskja tað besta fyri okkara eldri. Vesturi í Vágum, hava vit eitt gott og vælvirkandi tilboð til aldrandi borgaran í Vágum, og er Vesturvón eitt gott arbeiðspláss.
Fyri at borgarin skal hava tað gott, er umráðandi at tey sum skulu veita tænastuna til borgaran eisini hava tað gott. Vit eru vælsignaði við góðum og dugnaligum starvsfólkum sum hvønn dag eru um okkara eldri, antin í egnum heimið, dagtilboðnum ella inni á Heiminum á Sýnini.
Stjórin á Vesturvón plagar at siga, at á Vesturvón eru heimsins bestu starvsfólk á Føroya besta arbeiðsplássi. Vit ynskja at veita tí bestu tænastuna til borgaran í Vágum, og tað fáa vit bara við dugnaligum starvsfólki.
Størsta fokus í løtuni er tað starvsfólkatrotið ið er á eldraøkinum, sum Búskaparráðið hevur víst á í síni frágreiðing, og tí spyrja øll nú - Hvussu fáa vit fleiri heitar hendur inn á eldraøki? Men hví spyr eingin - Hvussu halda vit fast í teimum vit longu hava, og eru góð við tey.
Tað eru settir arbeiðsbólkar í rúgvuvís fyri at finna starvsfólk. Hesir bólkar skuldu eisini verði settir at finna loysnir innan menning, arbeiðsgleði og trivna. Somuleiðis støðugt at varpa ljós á stóra týdningin hesi starvsfólk hava fyri okkara samfelag, stóru virðingina tey hava uppiborið og hjúkla um tey, soleiðis at tey verða sædd, hoyrd og vird.
Vága Kommunu arbeiða í løtuni saman við Sørvágs kommunu og stjóranum á Vesturvón við onkrum innan hetta økið. Hetta er samstundis nakað ið stýrið og leiðsla vilja gera betur, uttan at siga, at tað ið verður gjørt ikki er gott nokk, men heldur at vit altíð stremba eftir at gera tað betur.
Við Heilsuskúlanum í Hovi hava vit eina klekimaskinu, ið hevur tað trupult við at samla egg og at hava pláss fyri teimum. Eyðsæð er, at hetta ikki er optimalt fyri landið.
Við tí fyri eyga, setti eg meg í fjør í samband við borgarstjórarnar í Vági og á Tvøroyri, har eg førdi fram hugskotið at skipa fjarlestur í Vága kommunu, sum eina royndar verkætlan. Fundur var eisini við Heilsuskúlan í Hovi, har borgarstjórn í Sørvágs kommunu og stjórin fyri Vesturvón eisini vóru við, og ynsktu at finnað loysnir. Síðan við Jenis av Rana, landsstýrismann í Mentamálum, sum tók væl ímóti uppskotinum, og lovaði at arbeiða víðari við tí. Hvat er hent síðan, veit eg ikki og eg havi sum so einki frætt aftur. Men hugskotinum feilar einki, so til lukku til tann politikaran ið fær æruna av uppskotinum.
Harmiligt um hendan verkætlanin ikki sær dagsins ljós, tí tørvurin er har. Og hvat hevði tað ikki verið hugaligt við samstarvi millum fleiri kommunur og landið, okkum øllum at frama.
Men eitt er givið, skal Heilsuskúlin í Hovi hava lív laga framyvir, so er eitt at gera, og tað er at tora at sleppa eitt sindur, og gerast ein enn størri spælari á tí føroyska eldraøkinum. Størsta kampus hjá Alborg Universitet liggur í Keypmannahavn. Um tað stendur Heilsuskúlin í Hovi á einum húsaveggi í Vágum, sum eitt fjarlestrar kampus, kann broyta alt innan økið. Tað sum er týdningarmikið er, at tað er Heilsuskúlin í Hovi sum stendur fyri fjarlestrinum, tey hava vitanina og royndirnar sum vit eiga at gagnnýta.
Við einum fjarlestrar kampus, hava vit møguleika fyri at menna tey fólkini sum arbeiða og sum ikki hava møguleika fyri at fara til Hovs. Tey kunnu møtast við øðrum lesandi og fylgja undirvísingini á Heilsuskúlanum, og fáa kenslu av felagsskapi. Og her eru vit enn klár til eitt gevandi samstarv.
Bústaðir
Í Vága kommunu arbeiða vit við einari langtíðarætlan (visjón sum onkur sigur) innan økið. Í hesi visjón eru vit øll á einum máli um, at vit eiga at fara undir byggja eldrabústaðir og líknandi. Hesir bústaðir skulu vera knýttar at verandi heimi á Sýnini, so at vit kunnu gagnnýta teir hentleikar og førleikar ið longu eru á økinum við t.d. matarskipanina, venjing, fysio- og ergo terapi, náttarvaktir, sjúkrarøkt, ella bert tryggleikan, bæði fyri borgarin sjálvan og tey avvarðandi.
Samstundis vildi henda samvirkanin, verið ein møguleiki fyri at røkka fleiri borgarar skjótari og betri, og samstundis fingið meira burtur úr hvørjari skattakrónu. Tað verður eisini arbeitt við øðrum ætlanum, men best er helst at bíða við at melda nakað út til bjørnin er skotin.
Sum eg nevndi, so er hettar økið ein avbjóðing, og eg hevði helst staðið meg best við at kopiera tær loysnir ið Heðin og Karl hava í kvittanum at leggja fram. Sum orðatakið sigur "hvør vil sær sjálvum best" og nú teir nærkast brúkara aldrin innan hetta økið vit tosa um, ja so vænti eg tað eru haldgóðar loysnir teir koma við.
Takk fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald