Stórt arbeiðið verður gjørt av fólkunum á umhvørvisplássinum at skipa økið væl, at burturkast verður skilt á skynsaman hátt, so vit bæði hugsa umhvørvisliga burðardygt, men eisini fíggjarliga burðardygt. Við at leggja dent á at skilja rætt, er nógv at spara hjá kommununi í flutningskostnaði og nógv burturkast kann seljast víðari at verða endurnýtt til nýtt tilfar og vørur, heldur enn at verða brent ella tyrvt.
Eitt burturkast sum fyllur nógv á umhvørvisplássinum er papp, sum ópressað fyllur nógv. Og tí sett býráðið í fjør fígging av til at gera eina íløgu í eina papppressu til umhvørivisplássið. Tað kemur nógv papp inn, sum ópressað fyllur nógv og er kostnaðarmikið at fáa beint burtur. Mett verður at hendan íløgan í papppressuna, kemur at spara kommununi nógv í flutningskostnaði, og er spart aftur uppá tvey ár.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald