Vinna

Væleydnað ferðavinnustevna á Hilton

Ferðavinnufólk hittust á Hilton til ráðstevnu og hátíðarløtu, har trý avrik vórðu heiðrað

2025-11-12 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku savnaðust mong úr ferðavinnuni til árligu Ferðavinnustevnuna, sum í ár varð hildin á Hotel Hilton. Dagurin fevndi um framløgur og endaði við hátíðarløtu um kvøldið, har trý heiðursbrøv vórðu handað.

Á skránni vóru bæði føroysk og útlendsk innsløg, og evnini fevndu um filmsferðavinnu, nýskapan og samskifti. Framløgurnar hesaferð vóru:

  • Julie Lindegaard: I filmens fodspor – erfaringer og faldgruber i arbejdet med filmturisme
  • Sóley Heradóttir Hammer: Samstarv og nýskapan – tiltøk, sum menna ferðavinnu
  • Eydna Skaale: Retorikkur sum amboð

Framløgurnar vístu á týdningin av strategi, samstarvi og góðum samskifti, og hvussu ferðavinnan framvegis kann mennast við at hugsa nýtt og flyta mørk.

Heiðursbrævahandan
Í veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv latin í trimum bólkum: Ársins ferðavinnufólk, ársins átak og ársins avrik.

Ársins ferðavinnufólk: Fríðun Jacobsen
Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum dagliga mynda gestaupplivingina í Føroyum. Í grundgevingini varð sagt, at:

“Vinnarin í ár er ein, sum fær alt at rigga. Hon krevur ikki stórvegis rúm, men dugir at skapa rúm fyri øðrum – gestum, starvsfeløgum og øllum teimum, sum fáa gleði av hennara arbeiði. Í nógv ár hevur hon verið lívæðrin í føroysku ferðavinnuni og er ein ímynd av tí besta, vit hava at bjóða.”

Ársins átak: Við Tjarnir
Heiðursbrævið  verður latið teimum, sum við hugflogi og dirvi menna ferðavinnuna við nýggjum hugsanum. Grundgevingin til ársins vinnara ljóðaði soleiðis:

“Vinnarin í ár tosar ikki bara um dreymar, men setir teir í verk. Átakið hevur skapt karmar, vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum. Vinnarin hevur flutt mørkini fyri, hvat vit halda vera gjørligt, tí har kunnu vit savnast, syngja, spæla, læra og halda ráðstevnur og konsertir alt árið. Átakið hevur longu givið Føroyum nýtt lív og nýggjar møguleikar.”

Ársins avrik: Poul Andrias Ziska
Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum hava sett Føroyar á altjóða kortið og hækkað støðið í ferðavinnuni. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at:

“Talan er um ein, sum longu sum ungur vísti serligar gávur. Við nærlagni, skapanarhugi og ómetaligum ágrýtni hevur hann prógvað, at føroyskar rávørur og vilji kunnu røkka heimsins hægstu tindum. Hann hevur staðið á odda fyri einari menning, sum hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið – og nú endurvunnið stjørnurnar, sum øll tosa um.”

Dómsnevndin
Í dómsnevndini sótu:

  • Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið
  • Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
  • Annika Lisberg, Kunningarstovurnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder