
Politiið er væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri - bæði undan dystinum, undir dystinum og eftir dystin.
Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.
Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað til dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.
Á dystardegnum tann 5. september fer Føroya Politi at koma við regluligari kunning á Facebook síðuni hjá Føroya Politi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald