
FSF: – Vit hava fyrireikað okkum upp á eitt sindur av hvørjum, men vit vænta ein javnan dyst. Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen millum annað í samrøðu við FSF Varpið undan UEFA Nations League dystinum móti Moldova.
Føroyski hópurin kom til moldoviska høvuðsstaðin Chisinau seinnapartin týsdagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.
Og hóast eina drúgva ferð, so eru allar væl fyri, og vónandi verður úrslitið av dystinum í apríl mánað endurtikið, tá Føroyar vunnu 2-0 á Moldova á Tórsvølli.
Dysturin millum Moldova og Føroyar verður stroymdur á kvf.fo. Veljið “sjón” og síðani KVF 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald