
Maðurin, sum var lærari hjá gentuni, var ákærdur fyri brot á serligu ásetingina í revsilógini, sum ger tað revsivert at hava samlegu ella annað kynsligt samband við persón undir 18 ár, sum er litin viðkomandi upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar. Dómsmansrætturin metti tó ikki, at tað var prógvað, at maðurin hevði roynt at havt annað kynsligt samband við gentuna, men dømdi mannin fyri blúnisbrot.
Umframt at døma mannin treytaða fongsulsrevsing, er maðurin eisini útvístur úr Føroyum við einum innferðarbanni í 3 ár.
Bæði ákæruvaldið og ákærdi hava nú 14 dagar at kæra málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald