Politikkur

Uttan starvsfólk, eingin vælferðartænasta

Í nýggjársrøðu síni tosaði Bárður Nielsen um vælferðarsamfelagið, men kom ikki við nøkrum loysnum á avbjóðingarnar, vit hava

2022-01-06 08:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í nýggjársrøðu síni tosaði Bárður Nielsen um vælferðarsamfelagið, men kom ikki við nøkrum loysnum á avbjóðingarnar, vit hava. Vit síggja dagliga dømi um, at støðan er álvarslig. Borgarar hava tørv á tænastum, men starvsfólkini mangla. Verður einki gjørt beinanvegin, fer støðan bara at versna komandi árini, sambært Búskaparráðnum.

Støðan er álvarsom, tí longu nú standa sengur tómar á sambýlum og røktarheimum, hóast fleiri fólk standa á akuttum bíðilistum til eitt búpláss. Eisini er onkur dagstovnur, sum ikki hevur opið fullan dag. Orsøkin er ikki pengar, men starvsfólkatrot. Uttan frálíku starvsfólkini ber sjálvandi ikki til at bjóða mest grundleggjandi tænasturnar, ið vit sum samfelag mugu og skulu hava, um vit framvegis skulu kalla okkum fyri eitt vælferðarsamfelag.

Hvat vil Javnaðarflokkurin?
Javnaðarflokkurin hevur víst á fleiri loysnir, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá starvsfólkunum. Bæði so tey, sum longu starvast innan økini, fáa betri umstøður og so at fleiri í framtíðini vilja gerast teirra starvsfelagar.

Lønir skulu hækkast
Í Føroyum verður løn ásett við samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hóast hetta yvirskipað er galdandi, skerst ikki burtur, at stórir lønarmunir eru millum ávísar almennar fakbólkar, um hugt verður at útbúgvingarlongd og ábyrgd. Yvirskipað kann sigast um lønarlagið, at størv, har serliga kvinnur arbeiða, eru bólkað í ein lægri lønarflokk enn størv, har serliga menn arbeiða.

Talan er um starvsbólkar so sum heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, umframt aðrar fakbólkar. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram í Løgtinginum, har heitt varð á landsstýrið um at endurskoða og hækka lønirnar hjá hesum starvsbólkum. Uppskotið fall tíverri, men hetta er eitt av høvuðsmálunum hjá okkum at fremja, so skjótt vit fáa møguleikan.

Arbeiðsvikan skal styttast
Eitt annað mál, Javnaðarflokkurin vil fremja sum skjótast, er at stigvíst stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar fyri allan arbeiðsmarknaðin, uttan at nakar skal niður í løn av hesari orsøk. Hetta fer at minka um strongd, minka um tíðartrýstið og skapa betri samanhang millum arbeiðslív og familjulív. Og hetta fer at lætta munandi um hjá teimum, sum arbeiða í skiftisvaktum.

Stytta vit arbeiðsvikuna, fara tey, ið arbeiða niðursetta tíð, at nærkast fullari tíð. Tey fáa hægri arbeiðsbrøk og harvið eina lønarhækkan.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram í Løgtinginum um at stytta arbeiðsvikuna. Uppskotið fall tíverri.

Rætt til at arbeiða fulla tíð
Ein heilt stórur partur av teimum, sum arbeiða innan umsorganarøkið, arbeiða niðursetta tíð. Fleiri av starvsfólkunum ynskja at raðfesta soleiðis, og tað hava tey sjálvandi fullan rætt til. Men tað eru eisini fleiri, sum vilja arbeiða fulla tíð, men ikki sleppa. Tað gevur als onga meining, tá vit mangla starvsfólk. Tí fer Javnaðarflokkurin fyrsta dagin at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at øll tey, sum ynskja at arbeiða fulla tíð, skulu sleppa tað.

Útbúgva fleiri starvsfólk
Samgongan skal hava rós fyri, at ein skúlaflokkur afturat nú verður tikin inn til sjúkrarøktarfrøði. Men tað er ikki nokk. Vit mugu beinanvegin taka ein flokk afturat inn av námsfrøðingum, og Heilsuskúlin í Suðuroy má fáa umstøður til at taka fleiri næmingar inn í skúlan beinanvegin.

Orðini hjá Bárði Nielsen um, at øll taka undir við vælferðarsamfelagnum, krevja gerðir. Vit í Javnaðarflokkinum hava víst á nakrar loysnir - tað skulu helst fleiri til - men vit verða noydd at byrja beinanvegin, so trupulleikin ikki gerst alt ov stórur at loysa.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder