Búskaparráðið: Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum útlendingar. Talið av útlendskari arbeiðsmegi veksur støðugt, og í juli 2026 vóru tey áleið 2.500 persónar ella 9% av arbeiðsmegini. Serliga síðani snarskipanin kom í november 2021 hevur tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi verið stór.
Mynd 1 vísir, hvar samlaða útlendska arbeiðsmegin starvast. Av samlaða talinum av útlendingum arbeiða 31% í framleiðsluvinnuni (serliga á flaka- og kryvjivirkjum), 13% arbeiða í byggivinnuni og 12% arbeiða í gisti- og matstovuvinnuni.
Í stutta siktinum er tað búskaparliga jaligt, at innflyta útlendska arbeiðsmegi, um tørvur er á arbeiðsmegi, tí arbeiðsgevarar fáa sín starvsfólkatørv nøktaðan og fáa tí framleitt tað, sum eftirspurningur er eftir, og hetta økir um vælstandin í Føroyum.
Tó er tað ikki samfelagsliga lønsamt at innflyta arbeiðsmegin til størv, sum ikki bera seg uttan at vera fevndar av stuðulsskipanum, hvørki í stutta ella langa siktinum. Ein av hesum skipanum er fiskavirkisskipanin. Fólk, sum arbeiða á flakavirkjum, uppsjóvarvirkjum, alivirkjum og øðrum fiskavirkjum, kunnu fáa innivist í fiskavirkisskipanini. Tá ið lítið ella einki er at gera á fiskavirkjunum, hava hesi fólk rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í upp til 32 tímar um vikuna. Í 2025 var lutfallið av útlendingum í fiskavirkisskipanini 45%. Útlendska arbeiðsmegin fær tí – eins og føroyingar – stuðul fyri einki at gera, tá ið eingin fiskur er. Tað er ikki samfelagbúskaparliga skilagott at innflyta arbeiðsmegi til “arbeiðsloysi”.
Tilflyting av útlendskari arbeiðsmegi eigur einans at vera loyvd til vinnur, sum eru lønandi fyri samfelagsbúskapin. Neyðugt er tí at gera eitt greiningararbeiði fyri at nágreina hesi viðurskifti.
Mynd 1 Útlendsk arbeiðsmegi býtt á vinnugreinar
![]()
Viðm.: Nov. 2024. Aðrar vinnugreinar gevna um vinnugreinarnar í NACE 1 N, R, H, M, J, S, D, L E, K, B, U. Kelda: Hagstova Føroya.
Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.
Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald