Mentan

Útipallur er gjørdur í Miðvági

Miðvágur er klárur at taka ímóti Vestanstevnuni.

Mynd: Av Sondum smíð, sum eisini hevur gjørt pallin

Mynd: Av Sondum smíð, sum eisini hevur gjørt pallin

2026-07-07 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við stevnuna hevur Vága kommuna seinastu vikurnar arbeitt við at fyrireika miðstaðarøkið í Miðvági. Arbeitt hevur verið við at fríðka um bygdina, nýtt fríøki er gjørt við gamla hondbóltsvøllin, nýggj ljós eru sett upp í viðarlundini, og arbeiðið við nýggja útipallinum er liðugt.

Pallurin verður alment tikin í nýtslu, tá Vestanstevnan verður sett fríggjakvøldið, og verður hann framyvir karmur um konsertir, framførslur og onnur tiltøk í miðstaðarøkinum.

Arbeiðsfólk hjá kommununi hava saman við Ung í arbeiði eisini arbeitt við at fríðka um bygdina, soleiðis at Miðvágur er væl fyrireikaður at taka ímóti teimum mongu vitjandi, sum væntast til stevnuna.

Vága kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder