Politikkur

Útihýsi russum á øllum økjum

Krígsbrotsmaðurin Pudin hevur góðar dagar, hann sleppur at myrða, drepa og sorla Ukraina sundur og saman: sjúkrahús, íbúðarhús, sethús, skúlar, skaðastovur, barnagarðar, vøggustovur, og børn í hópatalið verða dripin, og fólk í hópatali flýggja undan ræðuleikunum, uttan at almennu Føroyar á øllum økjum seta tiltøk í verk sum hava við Russland og russisk áhugamál at gera.

2022-03-30 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta hendir eisini meðan Mariupol har suðuri í Ukraina - júst í hesum døgum verður bumbaður sundur og saman. Sorgarleikurin tekur ongan enda.


Hetta er í andsøgn við tey menniskjuligu og hjartanemandi hjálpartiltøkini sum Føroyingar annars í hesum døgum veita av hjálp til fólk úr Ukraina, og sum hava sýnt fólkunum í Ukraina samkenslu.


Bretar hava stongt sínar havnir fyri russiskum skipum, men almennu Føroyar latast ikki við seg koma.


Nærum øll lond í heiminum hava sett strong tiltøk í verk, so sleppur Pudin og russar væl frá sínum sorli, oyðing og týning í Ukraina, og skip teirra sleppa at liggja trygg og fjálg í Føroyskum havnum.

Almennu Føroyar, eigur á øllum økjum at útihýsa alt tað sum hevur við russisk áhugamál at gera á øllum økjum


Lasse Klein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder