Vinna

Útflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 14,3% meir enn somu mánaðir í fjør.

2022-01-18 10:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samlaði útflutningurin var 8,9 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021. Somu mánaðir í 2020 var útflutningurin 7,8 milliardir krónur.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar.

Laksaútflutningurin er vaksin 31,3% og var 4 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar – november 2020/2021



januar – novembermunur

20202021mió. kr.%





Tilsamans7.8288.9251.09714,0
Fiskavøruútflutningur7.1738.1971.02414,3
Toskur808790-18-2,3
Upsi247233-14-5,6
Hýsa1371521510,9
Makrelur947970232,4
Sild563428-135-24,0
Svartkjaftur13113775,3
Svartkalvi8167-14-17,6
Laksur3.0253.97294731,3
Slógv og fiskaúrdráttir192158-34-17,6
Annar fiskur1.0441.29024623,6
Aðrar vørur4335319822,7
Skip og flogfør222197-25-11,1






Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar – november 2020/2021



januar – novembermunur

20202021tons%





Tilsamans479.742464.686-15.056-3,1
Toskur20.09018.580-1.509-7,5
Upsi10.4469.054-1.392-13,3
Hýsa6.2186.4432263,6
Makrelur89.88396.7706.8877,7
Sild94.21059.120-35.090-37,2
Svartkjaftur43.42642.422-1.004-2,3
Svartkalvi2.5232.291-233-9,2
Laksur53.02074.33421.31440,2
Slógv og fiskaúrdráttir84.62756.473-28.154-33,3
Annar fiskur75.29999.19823.89931,7





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder