Vinna

Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli vaksin 828 milliónir krónu

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 47 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

2024-04-18 11:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin 280 milliónir krónur, ella 2 prosent. Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, ið er vaksið ávikavist 402 og 426 milliónir krónur.

Útflutta nøgdin av laksi minkaði við góðum 4 túsund tonsum, ella 5%. Virðið er tó á leið tað sama sum í undanfarna tíðarskeiðið.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 92 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 18 túsund tons, ella 31%.

Onnur fiskasløg eru minkaði bæði í virði og nøgd. Størsta minkingin sæst í útflutningsvirðinum fyri tosk og makrel, ið minkaði ávikavíst 140 og 192 milliónir krónur.


Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



mars – februarmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.85112.804-47-0
Fiskavøruútflutningur11.77512.0552802
00900 - Laksur5.7305.716-14-0
01200 - Svartkjaftur17581-94-54
01300 - Toskur1.1531.012-140-12
01500 - Hýsa263176-87-33
02100 - Upsi335283-53-16
03600 - Sild5196119218
03800 - Makrelur1.1991.007-192-16
04001 - Lodna152139-13-9
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði96896800
09700 - Fiskamjøl44687242695
09800 - Lýsi155557402258
Annar fiskur678631-47-7
Ikki fiskur1.076749-326-30







Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



mars – februarmunur

2022-232023-24tons%





Tilsamans631.945659.45327.5084
Fiskavøruútflutningur540.091579.80539.7147
00900 - Laksur82.79378.711-4.082-5
01200 - Svartkjaftur57.58627.037-30.549-53
01300 - Toskur20.80719.872-935-4
01500 - Hýsa8.5977.726-871-10
02100 - Upsi9.0737.866-1.207-13
03600 - Sild57.72275.89518.17231
03800 - Makrelur97.58391.265-6.319-6
04001 - Lodna20.00616.262-3.744-19
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði122.290143.75521.46518
09700 - Fiskamjøl31.12966.24135.112113
09800 - Lýsi7.64120.44712.806168
Annar fiskur24.86324.728-134-1
Ikki fiskur91.85579.648-12.207-13







Talvan niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder