Politikkur

Úr Himalaia-fjøllunum til Tvøroyrar at byggja gróttrappu

Í løtuni vitja 4 menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part.

2023-10-17 17:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”Sherpa-trappu”.

Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaia-fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.

Tvøroyrar Kommuna/Visit Suðuroy eru stigtakarar og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.

Avtala er gjørd við teir 5 hagarnar, ið eiga í Hvannhaga vestara parti.

Sending frá NRK:
https://tv.nrk.no/serie/ut-i-naturen/2016/DKMR30001013/avspiller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder