Politikkur

Uppskot til kunngerð um bann fyri oljufýringum í nýggjum bygningum sent til hoyringar

Umhvørvismálaráðið hevur í dag sent til hoyringar uppskot til kunngerð, sum frá 1. januar 2024 setur bann fyri at hita nýggjar bygningar upp við oljufýring.

2023-05-23 16:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring sum upphitingarkeldu er sett at vera 1. novembur 2023. Frá 1. januar 2024 skal vera bannað at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, sum brúkar olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt, til at hita upp nýggjar bygningar, sum eru fevndir av byggilógini.

Kunngerðaruppskotið fremur átak 11 í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í mai 2022. Bannið skal saman við afturberingini av mvg á hitapumpum og komandi upphøggingarstuðli til oljufýringar skunda undir tað grøna orkuskiftið.

Uppskotið kann lesast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder