Politikkur

UNGDÓMURIN ER FRAMTÍÐIN

Vit eiga at hjúkla um ungdómin, og geva teimum bestu umstøður og karmar at vera ung í.

2024-11-01 22:56 Author image
-
placeholder

Sum tannáringur er man í einum skiftið, har man stendur millum at vera barn, og at gerast vaksin. Hetta er ein tíð, ið er fylt við møguleikum, men eisini avbjóðingum. Hetta er tíðin, ið myndar hvønn einstakan, og hvørja leið ein velur at fara.

Skúlin er ikki bert eitt stað til fakliga vitan, men eisini eitt stað, har man finnur síni áhugamál og sínar styrkir. Vit eiga ikki bert at hava karakterir í brennideplinum, men eisini at rúma kreativiteti, íverksetan og verkligum arbeiði. Vit eiga at stuðla undir, at næmingurin hevur fleiri valfak at velja millum, og eisini hevur møguleika at royna seg á arbeiðsplássum.

Virkishúsið, við Ánna í Sandavági, bleiv sett á stovn í 2022, og er við til at menna ungdómin í Vága kommunu. Vit eiga framhaldandi at bjóða góð og fjølbroytt tilboð, sum flyta seg millum bygdirnar, soleiðis, at okkurt er til øll. Og somuleiðis eiga vit at syrgja fyri, at okkara børn og ung ferðast trygt millum bygdirnar.

Vísa tit mær álit 12. Novembur, lovi eg at vísa okkara børnum og ungum álit, við vón um at tey finna røttu leiðina inn í vaksnamannalívið.

Set tín x við eina unga rødd

Set tín kross við Beintu Gudmundsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder