2025-01-27 10:01
Skúlin á Giljanesi:
Dagurin í dag er sera spennandi hjá okkara 8. floks næmingum, Anniku Ravnsfjall og Nicolinu Aud í Soylu, sum í dag umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg.
Uppskotið, tær hava við sær, snýr seg um, at skúlasálarfrøðingur skal verða lógarkrav á øllum skúlum.
Her er mynd av teimum báðum á kunningarfundi á Christiansborg í morgun, har tær eru saman við læraranum, Inga Wiberg.
Til ber at fylgja við beinleiðis av Christiansborg kl. 11.30 á hesi leinki:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald