Mentan

Ung sova ov lítið

Tey ungu sova sum heild ov lítið, tí tey brúka ov nógva tíð á snildfon, teldu, teldli ella sjónvarpi fyri songartíð. Hetta er m.a. niðurstøðan í einari nýggjari kanning hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum júst er komin út. Kanningin vísir á, at alt fleiri ung ikki megna at leggja skíggjan frá sær um kvøldarnar og tí eru troytt dagin eftir.

2022-08-30 18:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit menniskju hava í dag stórar heilsuavbjóðingar, tí vit hava broytt atferð, tá ið tað ræður um heilt grundleggjandi menniskjaligar tættir; eitt nú rørslu, kost og svøvn. Vit røra okkum ov lítið og hava sum heild minni góðar kostvanar. Harumframt sova vit ov lítið, og hesir tættir tykjast eisini at hanga saman. Nýggj gransking vísir m.a., at unga ættarliðið hevur stórar avbjóðingar, tí tey ikki sova nóg mikið. 


Í donsku kanningini hava tey spurt fleiri enn 11.000 fólk, ið eru 16 ár og eldri um teirra svøvnvanar, t.d. um tey halda seg sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld. Her svaraðu umleið helvtin av teimum spurdu í aldrinum 16-24 ár, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir. Tá ið tey vórðu spurd, hvørjar orsøkirnar vóru, svaraðu 80% av teimum ungu monnunum og 70% av ungu kvinnunum, at ein av orsøkunum til manglandi svøvnin var skíggjanýtsla fyri songartíð.

Føroysk tøl frá 2019 siga tað sama
Hetta eru skelkandi tøl, men tað sær tíverri ikki betri út í Føroyum. Í stóru fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?”, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, spurdu vit júst somu spurningar um svøvn sum í donsku kanningini. Sum tað framgongur á figuri 1 niðanfyri, siga áleið 70% av teimum ungu, í aldrinum 18-24 ár, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir. Somuleiðis er tað skíggjanýtsla fyri songartíð, ið er høvuðsorsøkin til, at tey ungu í Føroyum ikki sova nóg mikið. Heili 76% av teimum ungu monnunum og 65% av ungu kvinnunum siga seg fara ov seint í song, tí tey brúka fartelefon, teldu, teldil ella sjónvarp.


Figur 1: vísir prosentpartin av teimum, sum siga seg ikki sova nóg mikið, tí tey fara ov seint í song vegna nýtslu av skíggja. Býtt upp í aldur og kyn.

 

 

Týdningurin av nøktandi svøvni

Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, gera tað trupult at hugsavna seg og somuleiðis ávirka okkara heilsuatferð neiliga. Ov lítið av svøvni í eitt longri tíðarskeið kann hava neiligar fylgjur fyri okkara immunverju og kann økja um vandan fyri fleiri ymiskum sjúkum, eitt nú hjarta- æðrasjúkum og diabetes. Tí er tað ræðandi, at tað eru so nógv ung, ið siga seg sova ov lítið. Svøvnur, sálarlig heilsustøða, kostvanar og rørsla hanga saman, soleiðis at sálarlig javnvág, ein kropsliga virkin gerandisdagur og skilagóðir kostvanar fremja góðan svøvn. Hinvegin ger vánaligur svøvnur, at sálarliga heilsustøðan versnar, yvirskotið til at vera virkin og hava góðar kostvanar minkar, so talan er um eina ringa ringrás, um vit ikki sova nóg mikið og nóg væl.

Góð og einføld ráð til betri svøvn
Tað eru longu fimm ár síðani, at Fólkaheilsuráðið kom við skíggjaráðum, har ljós varð varpað á, at skíggjanýtsla kann hava neiliga ávirkan á heilsuna. Eitt av ráðunum var: “Far í song uttan skíggja”. Í desembur 2021 komu vit við einari dagførdari útgávu av skíggjaráðunum, sum umframt eina plakat við yvirskipaðum skíggjaráðum eisini fevnir um ein faldara, ið vísir á neiligu árinini, sum skíggjanýtsla kann hava á heilsuna. Faldarin er gjørdur við støði í gransking.

Skíggjaráðini mæla frá, at man hevur talgildar miðlar í sovikamarinum. Fleiri brúka snildfonina sum vekjara, men mælt verður heldur til, at man brúkar ein “vanligan” vekjara, soleiðis at snildfonin kann liggja í einum øðrum rúmi enn sovikamarinum. Mælt verður somuleiðis til ikki at brúka skíggja ein til tveir tímar, áðrenn farið verður í song. Skíggjanýtsla fyri songartíð ger tað trupult at sovna skjótt og ávirkar svøvngóðskuna. 

Fólkaheilsuráðið bjóðar ókeypis fyrilestrar um skíggjaráð [email protected] og kostráð [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder