2023-06-28 07:23
Næstu 14 dagarnar koma hesi ungu at vera sjónlig í bygdunum, har tey lúka ókrút, sláa gras, planta, mála og annað fyrifallandi arbeiði sum fríðkar um í bygdunum.
Tey byrjaðu nøkur at mála brúgvar og benkur í viðarlundini í Miðvági, onnur eru byrjað at lúka í Sandavági og á umhvørvisplássinum verður nýggi skúrurin málaður. Málað verður teir dagar tað er turt, so næstu 14 dagarnar koma skelti Ný málað at hanga runt ymsastaðni í bygdunum, so veri varin tá gingið verður túr.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald