
Áhugafelagið Livilig Kor kærdi upprunaligu avgerðina, m.a. við støði í at virksemið liggur tætt við bústaðarøki og miðbýin, og at umhvørvisávirkanin, t.d. lukt, larmur og økt ferðsla, ikki er nóg væl lýst.
Avgerðin hjá Umhvørvismálaráðnum staðfestir at góðkenningin er heimilað og grundarlagið fyri at veita loyvi er nøktandi.
Umhvørvismálaráðið hevur tí endaliga staðfest umhvørvisgóðkenningina frá 25. november 2024. Kæran førir ikki til broytingar, og málið verður ikki tikið upp til nýggja viðgerð.
>>>Kæruavgerðin kann lesast her
>>>Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald