Tá ið undirritaði fór at hyggja eftir bátinum í morgun sást, at onkur hevði verið og gjørt herverk uppá RIB-bátin.
Knívur er brúktur at skera hol á púturnar á bátinum, umframt tað er knívur brúktur at skera fleiri slangir av. Eisini er hol bora ígjøgnum skrokkin.
Gerningsmaðurin hevur gloymt knívin í bátinum.
Leggjast kann afturat at talan er um fyrrverandi Sea Shephard bát. Báturin bleiv kendur 12. august 2015 til eina grind í Sandavági, sum síðani hald bleiv lagdur á í Hetlandi nakrar dagar seinni.
Hendingin er farin fram millum klokkan 17:45 tann 3. august og 10:10 í dag 4. august.
Um onkur veit okkurt eru tey vælkomin at seta seg í sambandi við løgregluna á 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald