
Broytingarnar um nærstandandi feløg, sum vórðu samtyktar í síðstu viku, snúgva seg ikki um ávísar persónar ella økir í landinum.
Broytingarnar snúgva seg um, at samgongan vil tryggja, at øll feløg skulu virka undir teimum treytum, sum miðsavningarreglurnar upprunaliga løgdu upp til.
Tá miðsavningarreglurnar vóru samtyktar í 2007, fevndi lógin um nærstandandi persónar. Tað vil siga, at foreldur, børn, hjúnafelagar, systkin, os.fr. verða tald sum ein og sami persónur, um tey eiga fleiri feløg við veiðirættindum.
Av onkrari orsøk var ongin áseting um nærstandandi feløg, sum annars er vanligt í kappingarlóggávu. Tað vil siga, at eru fleiri feløg, sum hava somu høvuðseigarar ella somu leiðslu – so verða tey roknað sum eitt felag.
Eitt samtak við t.d. 3-4 høvuðseigarum ella við somu leiðslu hevði áðrenn broytingarnar kunnað skipað seg rundan um miðsavningarmørkini, og enda við at sitið við meginpartinum ella øllum fiskidøgunum í einum bólki. Á hendan hátt kundi eitt samtak við fleiri feløgum ognað sær nógv fleiri rættindi enn tað, sum er ætlanin við lógini.
Tí var samgongan samd um, at tørvur var á eini áseting, sum tryggjar, at nærstandandi feløg eisini eru fevnd av miðsavningarreglunum. Fyri at minka um ávirkanina, sum hendan ásetingin kundi fáa á feløgini í fiskivinnuni, var avgjørt, at ásetingarnar einans galda frameftir, og at mann sostatt ikki tekur nakað frá teimum verandi feløgunum.
Tað merkir, at ongin missur rættindir, men tey sum eru á ella omanfyri miðsavningarmarkið kunna heldur ikki “endaliga” ogna sær fleiri rættindir. Tey kunna tó enn, júst sum áður, handla dagar sínámillum í inniverandi árið.
Landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald