Vinna

Ull er Føroya gull

Visit Føroyar skipar fyri fyrilestrum um ull 23. januar.

2024-01-19 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Á fyrilestri í Spinnarínum týsdagin 23. januar kl. 16.00 verða tríggir spennandi fyrilestrar, sum á hvør sín hátt viðgera, hvussu hendan útsøgnin aftur kann gerast viðkomandi fyri okkum í dag.
ds
Fyrilestrarhaldararnir hava allir felags eldhugað fyri føroysku ullini, sum í dag er eitt tilfeingi, ið ikki verður troytt til fulnar. Hugleitt verður um avbjóðingar og møguleikar við føroysku ullini – heilt frá innsavnan til sølu og marknaðarføring.

Tiltakið, sum er tveir tímar, er alment og ókeypis. Neyðugt er tó við tilmelding.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder