2026-06-27 11:42
HSF skrivar:
Hóast okkara sýndu góðan stríðsvilja og leingi vóru væl við í dystinum, so gjørdist talan um eitt 27-22 tap fyri Noreg í seinasta dystinum í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Kina. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Noreg. Føroyar skulu nú spæla um 16. – 32. pláss í kappingini.
Føroyar høvdu avbjóðingar við at koma til góðar málmøguleikar fyrstu løtuna. Norska verjan stóð flatt og tætt, og vóru okkara leitandi í spælinum. Føroysku skotini blivu samstundis heldur trýst, og stóð norski málverjin væl. Noreg tók leiðsluna við nøkrum málum, men ernaðust okkara so líðandi. Føroyska verjan kempaði væl, og stóð Gylta á Neystabø eisini væl í føroyska málinum. Hon hevði 6 bjargingar í fyrra hálvleiki. Føroyska álopsspælið batnaði eisini so líðandi, og minkaðu okkara um munin seinastu løtuna fyri hálvleik til 12-10.
Seinni hálvleikur minti í stóran mun um fyrra. Noreg stóð betri í verjuni og øktu tær um leiðsluna at byrja við. Hóast alt ikki hepnaðist, so sýndu okkara góðan stríðsvilja, komu innaftur í dystin og vóru bert trý mál á muni, tá tað restaðu 10 minuttir. Føroysku vengurnir, Joan Johannesen á høgra og Rakul Christiansen á vinstra, sýndu aftur gott spæl í dag, og gjørdu tær ávikavist 6 og 3 mál uppá ávikavist 6 og 4. Tíverri vóru nøkur skot brend og onkur teknisk villa seinastu løtuna, og Noreg fór undan aftur og gjørdist munurin 5 mál, 27-22, við dystarlok.
Føroyar skulu við hesum spæla um 16. til 32. pláss í HM-endaspælinum, har Føroyar í fyrstu atløgu møta Kinesiskt Taipei og Tunesia. Hesi dystirnir verða mánadagin og týsdagin. Allir dystir hjá Føroyum kunnu stroymast her. Kostnaðurin er 8 evrur fyri hvønn dyst: Start | handball-globe.tv
Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min. 3-1
10 min. 5-2
15 min. 7-4
20 min. 9-5
25 min. 10-6
30 min. 12-10
35 min. 15-10
40 min. 18-13
45 min. 21-14
50 min. 21-18
55 min. 24-18
60 min. 27-22
Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 6
Rakul Borgarlíð Joensen 5 (2)
Rakul Christiansen 3
Ró Reginsdóttir 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 2
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 2
Marjun Jansdóttir 1
Agatha Djurhuus 1
Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 50 min. 9 bjargingar, 30%
Maria Beder 10 min. 2 bjargingar, 40%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald