2026-01-09 08:10
Talan er um gentur, sum eru føddar í 2009 og seinni, so eftir føroyskum mátistokki er talan um U16 gentur. Í altjóða samanhangi skulu genturnar tó ikki fylla 18 ár, tað árið sum EM endsspælið er og tí er her talan um U18 gentir.
Luttakandi londini í undankappingini eru Ísland, Lichtenstein, Írland, Norðurírland, Skotland og Føroyar. Í innleiðandi bólkinum skal føroyska liðið mánadagin 12. januar leika ímóti Lichtenstein og Íslandi. 13. januar verða hálvfinalur og 14. januar verða dystir um gull, bronsu og 5. og 6. plássið.
Vinnarin av kappingini fer beint til EM endaspælið, sum verður í Lettlandi og Litava 1. - 12. juli 2026. Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping, sum verður 26. - 29. mars 2026. Staðsetingin fyri 2. undankappingini er ikki greið fyrr enn vissa er fyri, hvørji lið skulu luttaka.
Føroyska gentuliðið tykist rættuliga sterkt. Síðani høvuðsvenjarin Marjan Nikolic kom til landið síðst í november, hava genturnar haft sera umfatandi venjingar.
U18 genturnar hava hesa seinastu vikuna leikt tríggjar venjingardystir ímóti liðum úr Hotel Djurhuus deildini. Fyrst leiktu tær ímóti oddaliðnum SÍ og síðani ímóti Fleyr. U18 landsliðið tapti báðar dystirnar 3-0, men settini vóru sera jøvn og tapini í hvørjum settið vóru ikki við meira enn 2-3 bóltum. Mikudagin leiktu genturnar ímóti Drátti, har U18 landsliðið vann ein greiðan 3-0 sigur.
Liðið er mannað við hesum leikarunum:
Maria Hovgaard, KÍF
Eivør Dam, KÍF
Marjun á Mýrini, Ikast KFUM, Danmark
Børka Jákupsdórttir, Fleyr
Bylgja Holm, Fleyr
Gunn Gaardlykke Dráttur
Hanna Elisabeth Thomasen, Dráttur
Halla Haraldsen, SÍ
Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
Edna Henriksen, SÍ
Josefina Fjallsbak, SÍ
Rebekka Dánjalsdóttir, TB
Ruth Berg Jespersen, TB
Natalia Edvardsdóttir, TB
Høvuðsvenjari er Marjan Nikolic og hjálparvenjari er Ingibjørg S. Muller. Ferðaleiðari hjá gentunum er Jana Jacobsen.
Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog leygarmorgunin og kemur til í Dublin, har kappingin verður, leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald