Vinna

Tyrlan tvær ferðir eftir fólki í fjøllunum í gjár

Tvær ferðir seinnapartin í gjár var tyrlan boðsend eftir fólki í fjøllunum,.

2026-09-14 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 15:25 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein maður hevði fingið pínu fyri bringuni. Maðurin var staddur á fjalli norðuri í dølum í Vestmanna. Bjargingartyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið. Uppgávan tók 37 minuttir.

Longu klokkan 16:37 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan, ein útlendingur var dottin í fjøllunum omanfyri Kambsdal. Bjargingartyrlan flutti persónin á Landdsjúkrahúsið. Uppgávan tók 51 minuttir.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder