2024-07-27 20:06

Ein seglbátur, sum eftir ætlan skuldi á Tvøroyri, fekk á middegi bæði maskinsteðg og seglskaða, og bað tí um hjálp. Persónurin, sum var umborð, mátti flytast á sjúkrahús. Seglbáturin var tá staddur eystanfyri Føroyar.
Boð blivu send eftir Stapanum, sum var á fiskileið tætt við seglbátin. Bjargingartyrluni, Arun og Royndini.
Bjargingartyrlan hevur flutt mannin, sum var umborð á Landssjúkrahúsið, og Arun sleipar bátin til havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald