Til samanberingar hava hini grannalondini millum 45-76.
Taka vit eitt land sum Írland, so hava skiftandi stjórnir síðani 1990’ini eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum og at reka virksemi haðani m.a. við tvískattasáttmálum.
Hetta hevur saman við tí lága skattatrýstinum og eini vælvirkandi, vælvitandi og væl (enskt)talandi arbeiðsfjøld lagt lunnar undir eitt blómandi altjóða vinnulív, sum hevur gjørt Írland til tann skjótast vaksandi búskapurin í EU í fleiri ár á rað [12,2% vøkstur í BTÚ, 2022].
Írland hevur ein tann lægsta partafelagsskattin í Evropa [12,5%]. Men eins og í Føroyum er tað ikki partafelagsskatturin, sum fyllir statskassan í Írlandi, men avleitt virksemi og vøkstur frá partafeløgunum, sum eru beinleiðis orsøk til framgongdina.
Í Føroyum vóru áleið 660 mió kr. partafelagsskattur í 2021, svarandi 6,9% av samlaðu skattainntøkum hjá landi og kommunum. Men til samanbering, so var partafelagsskatturin í Írlandi 8% av samlaðu inntøkunum í 1995, tá ið partafelagsskatturin var 32%, til at vera 16% av samlaðu skattinntøkunum í 2021. Írlandi fekk við øðrum orðum meira fyri minni.
Fleiri arbeiðspláss geva fleiri skattgjaldarar, sum geva meira lønarskatt, MVG-inntøkur, størri framleiðslu, størri útflutningsvirði, meira avleitt virksemi. Tað kastar meira landsskatt og kommunuskatt til at gjalda fyri størri vælferð.
Nógv dømi um smálond við lágskatti
Men Írland er ikki einasta dømi. Smærri oyggjasamfeløg, so sum Isle of Man, Gilbraltar, Malta, Guernsey og Jersey eru, umframt at vera vinnuvinarlig sjálvstýrd smásamfeløg, sum til ummáls øll kundu rúmst í Føroyum, eisini heimstaður hjá hópin av altjóða fyritøkum innan alskyns vinnur.
Øll hesi lond hava felags tað, at tey eru lágskattalond við vaksandi tali av tvískattasáttmálum, ið skapa karmar um støðugt vaksandi virksemi.
Malta hevur 78 tvískattasáttmálar, Isle of Man 21, Guernsey 14 og Jersey 13.
Føroyar hava allar fortreytir fyri at skapa líknandi karmar um blómandi vinnur.
Alt tað hevði gjørt Føroyar til:
- Vitunar- og menningardepil fyri KT-vinnu,
- Maritiman miðdepil hjá altjóða flutningsvinnu,
- Ein týðandi bera undir oljuídnaði uttan og innan fyri føroyska markið,
- eins og Føroyar og náttúran rundan um okkum kunnu gerast ein hornasteinur undir útvinnan og menning av varandi grønari orku.
Her eru tvískattsáttmálar við til at skapa karmar til, at føroyska vinnulívið kann røkka longur út í heim, og at umheimurin kann síggja møguleikarnar her á landi og á sjógvi.
Sum skilst so arbeiðir landsstýrið eisini her við málinum. Í mars samtykti Løgtingið, at Landsstýrið skuldi kanna, hvussu farast skal fram fyri at samráðast um fleiri tvískattasáttamálar.
Men hetta arbeiðið hevur eins og skattalættin og fiskiveiðusáttmálin við Russland drigið so nógv út, at Sambandsflokkurin er farin at ótolnast og hevur rykt eftir svari. Vónandi fáa føroyingar skjótt at vita, hvør lagnan verður.
Heldur samtarvið við Rusland fram, er nakar plan B, ella megnar løgmaður at trumfa sín plan C ígjøgnum?
Tvískattasáttmálar tryggja ein støðugan vinnugeira hjá føroyskum og útlendskum virkjum og okkara arbeiðsfúsa fólki at virka undir. Men støðugir og stimbrandi karmar hjá vinnulívinum skapa arbeiðspláss og fíggjarligan dynamikk í búskapinum. Tá vinnan vinnur, vinna vit øll.
Við einum stimbrandi vinnulívi, ið hevur góðar og tryggar karmar at virka undir fáa vit einar sjálvberandi, sjálvbjarnari, og sjálvstøðugari Føroyar, har útheimurin verður meiri tengdur at Føroyum enn Føroyar av útheiminum.
Grímur Sundstein, varamaður fyri Fólkaflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald