Vinna

Tvey garnaskip havt brúk fyri sleipi

Tvey garnaskip hava havt brúk fyri sleipi seinastu dagarnar

2024-02-09 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týskvøldið fekk garnaskipið Oknin maskintrupuleikar á Munkagrunninum. Brimil var ikki tøkur at hjálpa Oknini, tí hann samskipaði leitingina eftir tveimum monnum sunnanfyri Føroyar. Tí vóru boð send eftir Samson hjá Mest.

Samson kom á Runavík beint fyri klokkan 8 í gjáramorgunin.

Náttina til hósdagin fekk Thor maskintrupuleikar á Fugloyarbanka. Tjaldið sleipaði Thor á Havnina, og komu har fyrrapartin í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder