2023-07-11 10:14
Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál har sum tveir menn úr Pólandi vóru ákærdir fyri stuldur. Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stjolið amboð fyri uml. 50.000kr. Menninir høvdu m.a. stjolið frá arbeiðsgevaranum.
Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði. Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør. Afturat fongsulsrevsingini blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í 3 ár.
Báðir menninir tóku við dóminum. Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald