Vinna

Tveir bátar høvdu brúk fyri hjálp

Boð blivu send eftir Vón og Tjaldrinum

2025-06-26 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Náttina til mikudagin fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður á Mýlingsgrunninum.

Boð blivu send eftir Rescue Vón, sum sleipaði bátin til Eiðis.

Gjáramorgunin komu aftur eini boð til MRCC, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp. Báturin var staddur 8. fj úr Mykinesi, og bleiv Tjaldrið boðsent. Tjaldrið sleipaði bátin á Toftir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder