2025-02-12 07:48
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Klokkan 10:09 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskinbrek norðanfyri. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Vón, sum sleipaði bátin til Eiðis. Uppgávan tók tveir tímar.
Klokkan 11:46 komu aftur boð til MRCC støðina, at ein bátur hevði fingið maskinbrek. Tann báturin var staddur 8. fj. norður úr Kunoyarnakka. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Ziska, sum sleipaði bátin til Klaksvíkar. Uppgávan tók fýra tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald