Ítróttur

Tvær etapur, tveir sigrar

Fyrradagin bleiv kappast í Vágunum, í gjár í Norðoyggjum. Hvør sín kapping, men sami vinnari. Aftur í gjár var tað Pauli Poulsen, ið fór við gullinum..

2026-08-21 07:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leiðin gekk úr Klaksvík til Ánirnar. Nú var felagsstarturin av, og so var givið leyst. Stóra feltið bleiv skjótt pettað sundur.

Samling kom í hjá teimum fremstu løtu seinni, og menn royndu nú at fáa pulsin niður aftur. Ikki allir. Ikki Erik Neshamar, sum í gjár gjørdi eina spennandi roynd at sleppa avstað, og einum møguligum plássi á sigurspallinum. Hann sat leingi í útbroti. Einsamallur, og tað kostaði kreftir.

Ein rímuliga flatur teinur bleiv súkklaður. Tilsamans 500 hæddar metrar. Og stóra feltið, sum varð samlað úr Viðareiði móti Hvannasundi, slitnaði tá feltið nærkaðist Norðdepli. 

Pauli, Bergtór Thorsteinsson, Kostas Garoflos, Hilmar Hansen og Regin Thomsen sluppu tá avstað.

Munurin øktist, men okkara jarnmaður, Andrass Joensen, Jóanis Albert Nielsen og aðrir trýstu ”speedarin í botn”, og súkklaðu tað teir vóru mentir fyri at fáa útbrotið aftur. Men Pauli, Kostas og Bergtór vóru sterkari, og tann eini minutturin í Árnafirði, millum útbrotið og feltið, bleiv til tveir áðrenn málið, sum aftur í ár var Effostøðin í Klaksvík, kom í eygsjón.

Tað bleiv til ein endaspurt millum teir tríggjar. Tætt. Rættiliga tætt. Nakrar súkklulongdir var Pauli framman fyri Bergtór, sum var eina lítla sponn framman fyri einum krímraktum Kostas.

Annar sigur á rað

Eisini ungi Jónatan Gregersen vann sín annan sigur á rað í ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar. Ungi súkklarin smæddist avgjørt ikki burtur millum vaksnu súkklararnar. So væl var hann fyri í gjár, at hann bjóðaði av, og gjørdi eina góða roynd at sleppa frá pápanum, Boga Gregersen, Regin Thomsen, og øðrum. Nógv ”krút” brúkti hann í hesari royndini, men ikki meira enn so, at hann megnaði at koma á mál bert fá sekundir eftir meira royndu súkklarunum.

3. etapa verður súkklaður á Sandoynni

Klokkan 18 í kvøld verður kappast á Sandoynni. Startur og mál verður við Meginskúlan á Sandi. Onnur ár hevur verið súkklað runt Sandsvatn. Tað verður tað ikki hesu ferð. Í ár gongur leiðin fyrst gjøgnum Dalstunnilin. Tað verður vent í Dali, og so gongur leiðin eftir gamla vegnum til Húsavík. Víðari til Skálavík. Nú skulu súkklarar aftur gjøgnum Dalstunnilin, og aftur niðan eftir gamla vegnum úr Dali. Til Skálavík, og so gongur leiðin til Sandsbygd, og aftur á mál við Meginskúlan.

Úrslit, 2. etapa, Klaksvík, Viðareiði, Árnafjørð, Klaksvík, sæst á leinkjuni niðanfyri:

https://my.raceresult.com/417162/results#0_4028C2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder