
Tann fyrra er at byggja nýggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík, sum eisini fevnir um at umbyggja verandi bygning, til tess at fáa eina góða heild í samanbyggingini. Hetta fer at geva nógv betur umstøður at savnast til ymisk tiltøk í skúlanum, eitt nú at skipa hátíðarhald við prógvhandanum.
Tann seinna er heildarætlanin við at umvæla og samanbyggja gamla skúlabygningin á Frælsinum í Havn. Fyrireikingin kann nú halda áfram at lyfta bygningin upp til dagsins standard sum partur av Kampus hjá Fróðskaparsetrinum. Talan er um eina størri byggiverkætlan, sum fer at taka nøkur ár at fremja. Tá alt er liðugt, verður tað karmur um 2-3 deildir á Setrinum.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at Løgtingið hevur samtykt hesar báðar verklagslógirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald