Vinna

Turt gólv á Fiskamarknaðinum

Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju

2022-01-11 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin fiskur er í dag boðin út á Fiskamarknaðinum.

Fiskamarknaðurin metir um vikuna:

METING FYRI VIKU 2, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri sær ikki so lovandi út, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski og so er ein vestanfyri og fiskar havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder