Ítróttur

Turið gevst á landsliðnum

Farvæl og takk fyri meg, tú alfagra landslið, soleiðis byrjar Turið sína dagføring á Instagram.

2024-12-05 21:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Turið A. Samuelsen takkar nú fyri seg á landsliðnum.

Hetta skrivar hon nú á Instagram í dag:

Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga - í dag er tað veruleiki.

Hetta var tann vakrasta endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Ein serlig tøkk til okkara ótroyttiligu áskoðarar. Tit geva luft undir veingirnar.

Takk fyri meg - og takk fyri at eg slapp at vera við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder