Mentan

Tunghoyrt í Listastovuni 28. februar – rokkur við ráari orku og nýggjari EP

Tunghoyrt er helst mest spennandi navnið í Føroyum í løtuni. Í 2025 tóku teir bæði Sement, SPOT Festival, G!, ólavsøku og pallarnar kring landið við stormi – og nú leggja teir leiðina framvið Listastovuna leygarkvøldið 28. februar.

2026-02-27 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í februar góvu teir út sína fyrstu EP, ÓJÓ, sum longu hevur fingið góða móttøku og verður hon at hoyra á konsertini í Listastovuni leygarkvøldið.

Tunghoyrt varð stovnað á heysti 2024 og er mannaður av fýra 19 ára gomlum monnum, sum spæla harðan tónleik við íblástri frá 90’ara rokki. Hóast bólkurin er nýggjur, hava teir longu staðfest seg sum ein orkumiklan og djarvan pallbólk. Eftir eina kempisuksé í Sement-finaluni 2025 fingu teir høvi at spæla á SPOT Festival í Aarhus – teirra triðja almenna konsert – og har varð greitt, at talan er um ein bólk, sum hevur bæði dygd og dirvi at røkka langt.

Á Sement reisti fjøldin seg og klappaði. Á G! blástu teir takið av við einari orku, sum vit sjáldan hava sæð – so mikið, at teir vórðu settir aftur á skránna.

Tónleikurin er harður, melodiskur og dynamiskur. Hvør limur hevur sína egnu rødd og sítt egna úttrykk, og saman skapa teir eitt ljóð við heilt serligari sál. Hóast tónleikurin er ráur og kraftmikil, eru tekstirnir ofta eyðkendir av tunglindi og viðgera evni sum kærleika, øði og vildskap. Úrslitið er ein intens og beinrakin konsertuppliving – “right in your face” – har rokkurin aftur kemur til sín rætt.

Ungu mennirnir í Tunghoyrt eru:

  • Bjarni Jakobsen – trummur
  • Erik Reynheim – bass
  • Helge Greve – guitar
  • Jóni Strøm – vokal

Við sjálvsáliti, spæligleði og einum villskapi, sum smittar av á áhoyrarar, leggja Tunghoyrt upp til eitt brak av eini konsert í Listastovuni 28. februar kl. 21.00. Rokkur, sum fær hárið at reisa seg – og ein trummusláari, sum slær hart.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder